top of page
bg.jpg
steak.png
logo pos.png

Vit velja tær
ta bestu rávøruna

Góðska í
hvørjum bita

Hjá Stóragarði seta vit okkum høg krøv og vilja veita kundum okkara góðsku í hvørjum bita. Okkara royndu slaktarar úr Miklagarði syrgja fyri, at kjøtið altíð er skorið og tilgjørt soleiðis, at smakkurin er varðveittur og góðskan tryggjað. Eingin skal snýtast fyri ein góðan bita, og tí fæst vøran frá Stóragarði, nú í nýggjum hami, í stórum pørtum av landinum.

stamp.png

Navnið
Stórigarður

Fyrr var vanligt, at havnarmenn høvdu blandingsarbeiði, tí teirra lønta arbeiði ikki gav nóg mikið at breyðføða familjuni. Tí vóru fleiri, ið fingu sær sum bønarmannaarbeiði at velta epli, korn, røtur og annað á leigutrøðum av Húsagarðsfestinum. Í 1863 kom tó lóg, ið gav havnarmonnum rætt at keypa traðirnar, ið teir høvdu velt. Hesa tíð vóru havnarmenn fæloysingar, so nýggja lógin hevði nógv at siga, og teir tóku allir av. Ein keypstreyt var tó, at seyðahøgur garður skuldi lagast uttan um allar traðirnar, úr Válgaravík, framvið Tinghúsvegi og út í Sandagerð. Hesin garður varð kallaður Stórigarður og var umleið 3,5 km langur. Í dag er ikki nógv eftir av garðinum, tó at enn síggjast partar av garðinum, ið fyrr var sum ein múrur kring Havnina.

AdobeStock_340612287.jpeg
Artboard 1.png

Stórigarður
á Trapputrøðni
100 Tórshavn

34 19 55
storigardur@sms.fo
info@mysite.com

bottom of page